Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2022 17:54

(Myndasavn) Sær svartari og svartari út hjá NSÍ

Myndir: JÓK/Eysturoyarportalurin

NSÍ er í trongum skóm. Aftur í dag máttu teir leggja rygg til eitt tap. Hesuferð á heimavølli móti føroyameistarunum úr Klaksvík.

Eitt 0-3 tap, sum flest fólk nokk høvdu vænta áðrenn dystin, men sum dystargongdin var í fyrr hálvleiki, so bendi einki á, at tað fór at verða lætt hjá KÍ. Men tá Mathias Nielsen , sum heldur tápuligt, fekk reyða kortið beint fyri steðgin broytust fortreytirnar, og var tað tí ikki óvænta KÍ, sum sat á øllum eftir tað.

Og tað var eisini í tráð við leikgongdina, tá Heini Vatnsdal stútaði í netið eftir hornaspark frá Árna Fredriksberg í 60 minutti.

Valerijs Sabala økti og sløkti allar vónirnar hjá vespunum í 74 minutti, og fyri síðani at stoyta salt í sárið, so var tað fyrrverandi NSÍ´arin Árni Fredriskberg í 83 minutti, sum setti punktum, við at skorað til endaliga úrslitið 0-3.

Við úrslitinum í dag, so eru bert tríggir dystir hjá NSÍ at bjarga sær sætið í bestu deildini. Men við at B68, sera óvænta, vann øll 3 stigini á Tórsvølli móti HB í kvøld, og at NSÍ í síðstu trimum dystinum skal møta; Víkingi, B68 og HB.

So eru tað myrk skýggja, sum hómast úti við Løkin í hesum døgum.