Myndir: JÓK/Eysturoyarportalurin
EB/Streymur vann dystin í 1-0 móti NSÍ við Margáir í dag. Málið skeyt Jacob Getachew Andersen í 63 minutti.
EB/Streymur er nú á einum 5. plássi við 30 stigum, meðan B36 hevur 33 stig á 4.plássi, sum eisini gevur atgongd til evropeiskan fótbólt.

























