Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2022 11:25

(Myndasavn) Alt grasið verður sligið í Funningi

Myndir: Eysturoyarportalurin

Í gjár var redaktiónin hjá Eysturoyarportalinum ein túr í Funningi.

Bygdin, sum nokk mest er kend av, at her steig Grímur Kamban, fyrsti navnkendi føroyingur, á land og setti búgv.

Vit høvdu fingið eitt “tipp”, um eina áhugaverda søgu frá funningsmanninum Petur Skeel Skarðsá, sum býr í bygdini.

Hann segði fyri okkum, at í Funningi verður alt grasið sligið innangarðs um summarið. Allarhelst einasta bygd í Føroyum, har tað verður gjørt.

Heimildarmaður okkara segði eisini, at alt bleiv hoyggja í sjálvari summarferiuni, tá nógv fólk var í hoyna. Nógv fólk, sum hava okkurt tilknýti til bygdina, vóru og hjálptu til.

Heilt nógv bleiv lagt í turkiløg, men eisini nakað bleiv balla.

Men heimildarmaður okkara legði eisini afturat til síðst, at terrin í ár hevði verið sera vánaligur.

Funningur er 15 merkur í alt. Alt er ogn uttan ein ½ mørk av kongsjørð.

Í Funningi búgva einans 46 fastbúgvandi fólk í dag.

Eysturoyarportalurin tók nakrar myndir í gráa veðrinum í gjár.