Stór trygdarvenjing varð í Norðoyatunnlinum í gjárskvøldið.
Umleið 80 fólk vóru við í tilbúgvingarvenjingini, sigur Uni Danielsen, stjóri í Tunnil við Eysturoyarportalin.
Hann sigur, at tey sum vóru við, vóru, politi, sløkkilið, sjúkraflutningstænastan, Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
Venjingin byrjaði klokkan 18.00 og helt fram til áleið klokkan 21.00.
Eysturoyarportalurin var á staðnum og tók myndir.
Les eisini: Myndir: Eldur í bili uttanfyri Leirvíkstunnilin















































































