Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.10.2025 21:32

Myndarøð: Fagnaðarløta -Tobbi 70 ár og út við bókaverkið

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag varð stórfingin fagnaðarløta í einari fullsettari Løkshøll í Runavík. Hátíðarhildið varð 70 ára føðingardagurin hjá Tórbjørn Jacobsen, eisini betri kendur sum Tobbi, samstundis sum Sprotin gav út stórt bókaverk við úrvali burtur úr øllum tí, ið Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað í lítla hálva øld.

Jonhard Mikkelsen eigur hugskotið til sjálva bókina, meðan Ann Ellefsen hevur ritstjórnað. Else Sjúrðarberg hevur staðið fyri grafikkinum og Torbjørn Olsen hevur málað kápumyndina. Tað er Erla Berghamar sum hevur rættlisið og Høgni Hoydal hevur skrivað formælið.

Skráin til dagin innihelt m.a. bókaframløgu og undirhald, meðan Bjørn á Heygum, Ria Tórgarð, Høgni Hoydal og Bill Justinussen bóru fram kvøðu fyri føðingardagsbarninum, meðan Kári Sverrisson, Martin Joensen, Kári P, Sámal Ravnsfjall og Kór Glyvra kirkju framførdu.

Í steðginum varð boðreitt við fiskasuppu og ymiskum leskiligum afturvið.

Heiðursgesturin og føðingardagsbarnið endaði við at taka saman um og takkaði fyri dagin. Og so varð tjóðsangurin sungin.

Tiltakið vardi í umleið í góðar tveir tímar.

Myndir: Eysturoyarportalurin