Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2025 22:35

Myndarøð: Á fjalli “Fyri uttan Hús”

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag varð farið á fjall í fagrasta veðrið í ognarhaganum “Fyri uttan Hús” í Syðrugøtu. Ein hagi sum hevur 200 áseyðir.

Sera góð uppmøting av fjallfólki – bæði ungum og eldri. Sum vanligt vóru tvær gongur gingnar. Rasksturin gekk væl og vóru menn og kvinnur í góðum hýri, tá ið komið var aftur í rætt.

Myndir: Eysturoyarportalurin