SEV
Umvælingarnar av myllunum í Neshaga ganga væl, og nú er aftur lív í trimum av teimum tilsamans fimm myllunum.
Umboð fyri Enercon byrjaðu fyrr í summar at skifta generatorar á myllunum í Neshaga. Slíkt arbeiði við høgum kranum og presisjónsarbeiði í hæddum krevur serliga góð veðurlíkindi, so tí hevur drigið út.
Nú eru tó allir generatorarnir skiftir (mylla 4 tó í fjør), og royndarkoyring er byrjað av myllunum.
Í løtuni mæla 3 myllur í Neshaga, og gongst sum ætlað verður lív í øllum fimm myllunum innan fyri komandi tvær vikurnar.
Deil á Facebook