Týsdagin 5. desember kl 18.00 verður árliga jólakonsertin hjá Stranda musikkskúla. Konsertin verður í Borgini – forhøllini í Stranda skúla.
Í Stranda musikkskúla spæla næmingar á horn, klaver, klarniett, tvørfloytu, guittar og slagverk.
Vanligt er, at næmingar spæla ein og ein og í smærri bólkum. Hesuferð ætla vit at royna okkurt nýtt, og hava tí gjørt eitt størri samanspæl, har fleiri ljóðføri spæla saman í einum størri bólki. Hetta verður endabresturin á konsertini.
Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin at lurta.
Deil á Facebook