Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2025 13:13

Munin hevur ment Landsjarðarskipan til Búnaðarstovuna

Andrass Holm Arge og Tróndur Leivsson, frá Búnaðarstovuni og John Zachariassen og Mads Helgi Poulsen frá Munin skriva undir avhendingarskjalið fyri Talgildu Landsjarðarskipanina.

Tíðindaskriv

Munin hevur nú handað Talgildu Landsjarðarskipanina til Búnaðarstovuna. 

Talgilda Landsjarðarskipanin savnar allar upplýsingar í sambandi við landsjarðirnar, sum eru ogn hjá Føroya landsstýri, og sum Búnaðarstovan umsitur.

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, fegnast um at vitan, ið higartil var tøk í ringbindum, kartotekskortum og enntá í minninum hjá starvsfólki, nú er skipað í einum dátugrunni. Tað er eitt stórt framstig fyri umsitingina av landsjørðini. 

– Vit eru heppin at hava sera dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum og góðum minni, men tað er sjálvandi altíð ein váði, um ymiskt ikki er skjalfest og ikki er skipað eftir einum greiðum leisti við einum góðum yvirliti, sigur stjórin.

– Skipanin sameinir GIS við fyrisitingarligan dátugrunn. Úrslitið er eitt fullfíggjað yvirlit við kortdátum yvir allar jarðir, ið vit umsita og varða av, umframt yvirlit við øllum festarum og leigarum á jarðunum. Hon gevur somuleiðis atgongd til sporføri og ger okkara umsiting betri og smidligari, vísur hann á. 

Skipanin er knýtt at fólkayvirlitinum, yvirlitinum hjá Matrikulstovuni, Tinglýsingini og Heldini. Hon lesur støðugt dátur úr hesum skipanum, og boðar frá, tá broytingar henda. Sostatt fær Búnaðarstovan fráboðanir, eitt nú tá viðskiftafólk flyta bústað, andast, ella tá broytingar henda á matriklunum kring landið. Men skipanin hevur eisini funnið gamlar skrásetingar villur viðvíkjandi landsjarðunum, soleiðis at skipanin á tann hátt er við til at rudda í verandi skrásetingum.

Tróndur Leivsson fegnast um brúkaravinsemið og at starvsfólkini kenna seg aftur í greiðu brúkaraflatuni, sum er bygd á kenda tøkni hjá Microsoft og ESRI. 

Tróndur sær eisini stórar menningarmøguleikar, ikki bara í skipanini sjálvari, men eisini í teimum møguleikum, ið skipanin gevur fyri at geva almenninginum atgongd til vitan um landsjarðirnar. 

Skipanin hevur somuleiðis allar avtalur skrásettar, so fráboðanir koma, tá hesar skulu endurnýggjast ella eftirhyggjast.

Hetta er ein skipan, ið sameinir styrkirnar á menningardeildini í Munin við dygdirnar í Hugin-skipanini fyri at nøkta tørvin hjá Búnaðarstovuni at fáa yvirlit yvir landsins jarðir.

– Hetta hevur verið ein spennandi og drúgv tilgongd við einari meira umfatandi uppgávu enn vanligt. Tí er tað ein góð kensla at vera komin á mál og síggja, at skipanin veruliga ger mun fyri Búnaðarstovuna, sigur John Zachariassen, verkætlanarleiðari fyri Munin.

Munin takkar fyri samstarvið higartil og ynskir Búnaðarstovuni til lukku við nýggju skipanini.

Um Hugin og Talgildu Landsjarðarskipanina:

Munin hevur ment Hugin-pallin, ið Talgilda Landsjarðarskipanin er bygd á. Loysnin er sett upp á kervinum hjá KT-landsins, sum Búnaðarstovan er partur av. Á Hugin-pallinum eru brúkarastýring, gjaldsskipan, uppgávustýring og kort-loysnir.

Andrass Holm Arge, deildarleiðari og Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni saman við Búa Una Jensen, stjóra, John Zachariassen, verkætlanarleiðara og Mads Helga Poulsen KT fólki hjá Munin.