Runavíkar kommuna
Oyggjaleikirnir eru av á hesum sinni, og miðvikukvøldið kl. 18 verður almenn móttøka fyri íðkarunum, sum hava umboðað økið og feløgini í Runavikar kommunu. Ítróttargreinarnar í hesum førinum eru fimleikur, bogaskjóting og súkkling.
Tað vignaðist væl hjá føroyingunum nú oyggjaleikir vóru hildnir í Orknoyggjum. Føroyar vunnu kappingina við 41 gull, 31 silvur og 23 bronsuheiðursmerkjum.
Í 2027 verða leikirnar hildnir í Føroyum.