Eiðis kommuna
Í samband við at nýggjur slølliliðsbilur er keyptur til Eiðis sløkkilið verður móttøka í hølunum hjá felagnum uppi á Grind.
Bilurin bleiv bílagdur í oktober í 2024. Tað er felagið Stórbilar sum hevur veitt bilin til Eiðis sløkkilið.
Móttøkan verður hósdagin 05.03.2026 klokkan 17:00
Leiðarin fyri Eiðis sløkkilið og borgarstjórin bera fram røðu.
Eiðis ljómfelag luttekur.
Eisini verður nýggja búmerkið avdúkað.
Kaffi og kaka verður at fáa. Børnini fáa sunkist og okkurt søtt.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
