Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2025 09:35

Móttøka fyri Vónbjørt Vang sunnudagin

Eysturkommuna

Vónbjørt hevur verið í Stokkhólmi eftir bókmentavirðislønini, sum hon vann hin 21.oktober.

Tað var eitt vakurt hátíðarhald, sum vit kundu fylgja við á netinum, og tað var ein áhugaverd og góð takkarrøða, sum Vónbjørt helt, tá hon tók ímóti heiðrinum frá Norðurlandaráðnum í sambandi við ársfundin hjá ráðnum. Fleiri av okkara landsstýrisfólkum, løgmaður og nøkur tingfólk vóru á staðnum, og vit kundu vera hugtikin av, hvussu tann blómi, sum er í Føroyum á bókmentaliga økinum, gjørdist sjónligur har við.

Løgmaður siteraði eisini sonnu orðini hjá okkara virðislønta rithøvundi: “Hóast vit skriva á einum evarska lítlum máli, so skriva vit sterkar og týdningarmiklar bøkur”. Løgmaður bar eisini hesa umseting fram: “Selv om vi skriver på et meget lille sprog, skriver vi stærke og betydningsfulde bøger”.

Alt hetta fara vit at hátíðarhalda í býráðshúsinum sunnudagin 2/11 kl. 16, saman við Vónbjørt Vang og hennara kæru. Á skránni verða røður, upplestur, samrøða og ein góður drekkamunnur eins og høvi at fáa eitt gott prát og at heilsa upp á Vónbjørt.

Verið hjartaliga vælkomin!