Eiðis Róðrarfelag boðar frá, at í morgin, týsdagin 27. januar, kl 19.15 verður móttøka í hólmahúsinum fyri rógvarunum, sum luttóku í inniróðri til DM seinasta leygardag í Gladsaxe í Danmark.
Heiðursmerkini vóru 17 í tali; 5 gull, 9 silvur og 3 bronsu. Aftrat hesum var eisini eitt danskt met.
Felagið upplýsir at øll eru hjartaliga vælkomin.
