Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.01.2026 12:59

Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsustýrinum

Heilsustýrið

Hin 1. januar tók Noomi Oddmarsdóttir Gregersen við sum stjóri í Heilsustýrinum. Í hesum sambandi verður almenn móttøka í nýggju hølunum hjá Heilsustýrinum á Óðinshædd 11, fríggjadagin 9. januar kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Noomi er 47 ára gomul, hon er útbúgvin MSc í lívfrøði frá Aarhus Universiteti (2010) og hevur eina PhD í medisini við sergrein innan arvafrøði frá Aarhus Universiteti (2015). Harumframt er hon er í gongd við eina master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.

Noomi hevur drúgvar royndir innan gransking og fyrisiting og hevur millum annað starvast sum granskari, verkætlanarleiðari fyri FarGen og eindarleiðari í Heilsustýrinum.

Noomi tekur við starvinum eftir Bjarna á Steig, sum hevur verið stjóri, síðani Heilsustýrið varð sett á stovn 1. januar 2023.