NSÍ
Í gjár blev okkara evropeiska ævintýr fagnað, tá kommunan skipaði fyri einari hugnaligari móttøku til heiðurs fyri okkara minniliga sigri á FC Koper.
Eftir 2-0 tapið í Klaksvík megnaði NSÍ at venda øllum á høvdið við einum framúr 3-1 sigri í Koper, sum sendi okkum víðari í Europa. Tað var tí ein serlig løta at síggja, hvussu nógv fólk høvdu leitað sær til móttøkuna. Stoltleikin sást í andlitunum á øllum – spælarum, venjaratoymi, sjálvbodnum og ikki minst teimum mongu trúføstu fjepparunum.
Móttøkan byrjaði við tveimum vøkrum sangum frá Lenu og Niklasi, sum skaptu ein hugnaligan og hátíðarligan dám.
Síðani helt formaður okkara, Karstin, røðu. Hann greiddi frá ferðini til og úr Koper, endurlivdi dramatisku dystargongdina og samanbar seg við Maritu Joensen, sum, sambært honum, brúkar ein góðan part av dystinum til at hyggja burtur, tá spenningurin gerst ov stórur. Eisini nýtti hann høvið at takka kommununi fyri altíð at vera ein góður og álítandi viðspælari hjá NSÍ.
Høvuðsvenjarin Siggi segði eisini nøkur orð. Hann takkaði fyri ótrúliga stuðulin, sum spælararnir kenna frá áskoðarunum, og heitti á øll um at halda fram við at møta upp til dystirnar. Sambært honum gevur stuðulin spælarunum eyka orku og lyftir liðið.
Borgarstjórin, Tobbi, setti punktum við einari røðu, har hann vísti á ta stóru menningina, sum felagið hevur verið ígjøgnum. Frá at spæla í næstbestu deildini fyri bert trimum árum síðani, er NSÍ nú felagið, sum øll tosa um vegna framúr úrslitini á evropeiska pallinum.
At enda handaði borgarstjórin Karstini og Sigga hvør sítt blómutyssi sum tøkk fyri stóra arbeiðið.
NSÍ ynskir at bera Runavíkar kommunu eina stóra tøkk fyri at skipa fyri hesi hugnaligu móttøkuni. Somuleiðis vilja vit so hjartaliga takka øllum teimum mongu, sum møttu upp og góvu spælarum, venjaratoymi og øllum ferðalagnum eina so hjartaliga og virðiliga móttøku.









Myndir: NSÍ