Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.01.2024 09:29

Móttøka fyri kappróðrarfelaganum í Eysturkommunu

Móttøka var í gjár, sunudagin, í Bowling í Leirvík fyri innirógvarunum hjá kappróðrafelaganum Tindi.

Tey umboðaðu føroyska landsliðið í kappingini um Danmarksmeistaraheitið 2024 í inniróðri í Gladsaxe Sportscenter sum var tann 20. januar.

Av 9 rógvarum, sum fóru úr Føroyum, átti unga kappróðrarfelagið í Eysturkommunu heili 5 rógvara.

Rógvararnir hjá Tindi fingu tilsamans 9 heiðurmerki, 3 G, 3 S og 3 B.