Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2026 17:27

Móttøka á nýggja Búfelagsskapum á Kneysum á Toftum í dag (Myndarøð)

Á Kneysum 4 á Toftum í dag. Mynd: Eyp.fo

Í dag var hátíðarhald á Kneysum 4 á Toftum, nú nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum stendur liðugur.

Bjóða var almenninginum at síggja snotuliga bygningin, sum er í trimum hæddum, sum lokala byggivirkið KBH hevur verið heildararbeiðstakari av. Eitt arbeiðið sum hevur tikið 2 ár.

Á skránni var umframt framførslur og gott ábit, eisini røður har m.a. landsstýriskvinnan í Almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, stjórin í Bústøðum Jógvan Ósá og eindarleiðarin í autismu á Almannaverkinum, Elisabeth Christiansen, søgdu nøkur orð.

Í Búfelagsskapinum á Kneysum eru í alt 18 íbúðir. Íbúðirnar eru uml. 50 fermetur. Afturat íbúðunum eru felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.

Aftanfyri bygningin er eitt elevatortorn, trappur og svalagongd við atkomu til íbúðirnar. Frammanfyri bygningin eru altanir, terrassur og parkering.

Myndir: Eysturoyarportalurin