Mynd: Kreton
Í samband við at tað eru 20 ár, síðan Kreton byrjaði sítt virksemi, bjóða fyritøkan til móttøku í hølunum í Norðragøtu fríggjadagin 2. desember kl. 14-17.
Tað vóru brøðurnir Eyðun og Ove Magnussen sum byrjaðu í 2002 at reka entreprenør-arbeiði undir navninum Brøðurnir Magnussen. Í 2006 fekk fyritøkan navnið Kreton sum vit kenna í dag. Síðani hevur fyritøkan flutt fokus meira yvir á flutning og asfaltering.
Í dag er Kreton vaksið til eitt av størstu flutnings- og asfalterings fyritøkunum í landinum við meira enn 30 bilum og maskinum og 20 fólkum í starvi.
Deil á Facebook