Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.12.2022 16:23

Mótstøðuliðini í Silver League funnin

Mynd: fbf.fo

Staðfest er í morgun á høvuðsskrivstovuni hjá CEV í Luksembourg, hvørji mótstøðuliðini hjá føroysku flogbóltskvinnunum og – monnunum verða í Silver League kappingunum.

Kvinnurnar eru í einum bólki við fýra liðum. Hesi eru Portugal, Montenegro og Georgia ímeðan mennirnir eru í einum bólki við trimum liðum, sum eru Letland og Kypern.

Dystirnir hjá monnunum verða leiktir soleiðis:

28. mei: Føroyar – Kypern

4. juni: Føroyar – Lettland

10. ella 11. juni: Lettland – Føroyar

17. juni: Kypern – Føroyar

Dystirnir hjá kvinnum verða leiktir soleiðis:

28. mei: Føroyar – Montenegro

31. mei: Føroyar – Georgia

4. juni: Føroyar – Portugal

10. ella 11. juni: Portugal – Føroyar

14. juni: Georgia – Føroyar

17. ella 18. juni: Montenegro – Føroyar

Bæði liðni byrja sostatt við øllum heimadystunum og leika síðani útidystirnar, so síðst í mei og fyrst í juni verður flogbóltsfepur í høllini á Hálsi í Havn, har heimadystirnir verða leiktir.

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki.

Um hugt verður eftir styrkismetunum hjá CEV fyri evropisku liðini, so áttu føroysku kvinnurnar at haft ein møguleika ímóti Georga, sum tapti allar sínar dystir í Eurovolley undankappingini. 

Mennirnir áttu at kunna gjørt seg galdandi ímóti Kypern, um hugt verður at styrismetingini eina og harvið møguliga kunna leikt seg víðari í kappingini. Hinvegin, so spældi Kypern væl í Eurovolley undankappiningi og vann eitt nú báðar dystirnar ímóti Noreg.

Landsliðini bæði fara undir fyrireiking til kappingarnar millum jól og nýggjár