Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2022 08:00

Mótrokningin og eldrapolitikkur (Løgtingsval 2022)

Mynd: Miðflokkurin

Tá hendan samgongan tók við, var skipanin tann, at viðbótin til fólkapensjón varð lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum omanfyri kr. 61.900.

Hetta broytti samgongan millum Miðflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Nú er mótrokningin soleiðis, at ein fólkapensjónistur altíð er eggjaður til at arbeiða uttan at drukna í skatti.

Men..

Tað er framvegis eitt haft um beinið hjá fólkapensjónistum, at mótroknað verður.

Tí fer Miðflokkurin at virka fyri beina burtur mótrokningina hjá pensjónistum, sum arbeiða.

Tá eg sigi pensjónistar, sum arbeiða, er tað tí, at tað eru nógvir pensjónistar, sum ikki arbeiða, men sum hava eina góða eftirløn afturat fólkapensjónini.

Í fyrstu syftu halda vit, at pensjónistar, sum hava arbeiðsinntøku, skulu sleppa undan mótrokningini. Orsøkirnar eru tvinnar:

  • Pensjónistar, sum arbeiða, gera tað í flestu førum av fíggjarligum orsøkum. Teir hava ikki nóg høga eftirløn við sær inn í pensjónstilveruna og velja tí at arbeiða fyri at hava nóg mikið.
  • Føroyski arbeiðsmarknaðurin spyr eftir arbeiðsmegi. Vit hava seinastu árini innflutt stórt tal av útlendskari arbeiðsmegi. Um pensjónistar hava størri fíggjarliga tileggjan at arbeiða, kann í fleiri førum sleppast undan at innflyta útlendsk arbeiðsfólk.

Miðallivialdurin hækkar. Føroyingar hava ein tann hægsta miðallivialdurin í heiminum. Av tí sama eru pensjónistar væl førir fyri at arbeiða nøkur ár sum pensjónistar. Og nógv ynskja tað.

Miðflokkurin vil tillaga eldralóggávuna eftir tørvinum hjá okkara eldru.

Við Miðflokkinum veitst tú, hvat tú fært.

Vel Miðflokkin á løgtingsvalinum 8. desembur

Bill Justinussen, valevni fyri Miðflokkin