Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2025 08:09

Møtirøð hesa vikuna um evnið útveljing – í Nerija á Skála

Mánakvøldið kl. 20 verður fyrsta møtið í hesi røðini, har Sonni Poulsen, Jens Bech og Petur á Roykheyggi, trúboðarar, fara at greiða frá, hvat Bíblian lærir um evnið útveljing

Møtirøðin fevnir um hesi møtini:

* mánakvøldið 27. januar kl. 20

* týskvøldið 28. januar kl. 20

* mikukvøldið 29. januar kl. 20

Øll møtini eru fyri allar aldursbólkar – hjartaliga vælkomin

—-

Teir tríggir, sum tala í hesi møtirøðini eru Jens Bech av Skála, Petur á Roykheyggi úr Runavík og Sonni Poulsen av Sandi.

Jens og Petur virka sum fulltíðar trúboðarar í og út frá brøðrasamkomunum í Føroyum, meðan Sonni og konan Julie, sum er úr USA, hava virkað sum trúboðar í Papua Ný Guinea í mong ár, og eisini á bíbliuskúlanum hjá New Tribes Mission í Onglandi í nøkur ár.

Tey góvust í tænastu við NTM í 2019 vegna avbjóðingar við heilsuni hjá Sonna, og búsettust í USA.

Sonni vitjar heim á klettarnar í sambandi við hesa møtirøðina.