Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.01.2026 18:24

Moské? Moské ikke

Lesarabræv

Skulu vit hava ein muslimskan depil í Føroyum? Fyri 59 árum síðani høvdu danskarar møguleika at spyrja sama spurning.

Ein av døgunum stutt undan jólum var frammi í miðlunum, at ætlanir og ynski eru um at fáa sett á stovn ein “muslimskan depil til djúphugsni í Føroyum”, sum skrivað varð í miðlunum.

Fyri ikki so langari tíð síðani varð eisini tosað um at fáa fyrsta muslimska depilin í Danmark. Fyrstu moskuna. Tí, fara vit bara smá 59 ár aftur í tíðina, so var als eingin moska í Danmark – ja, í roynd og veru var eingin moska í Norðurlondum yvirhøvur. 

Fyrsta moskan um okkara leiðir sá dagsins ljós í Hvidovre 21. juli 1967 – Nusrat Djahan-moskan gjørdi, at býurin fekk eyknevnið “Nordens Mekka” í Hvidovre Avis eina viku seinni, har tað eisini sambært dr.dk stóð skrivað “…at der var omkring “100 muhamedanere her i landet,” men med den nye moské håbede kaliffen, at tallet ville vokse.” Táverandi borgarstjórin í Hvidovre, Svend Aagesen, heilsaði moskuni og islam so hjartaliga vælkomnum til býin. 

EINKI POLITISKT KJAK UM MOSKÉ

Jú, danskarar høvdu møguleika at spyrja sama spurning, og tað er ikki av tilvild, eg sigi møguleika. Tí, tað sær út til, at stórvegis politiskt kjak ikki stóðst av hesi fyrstu moskuni. Í grein á religion.dk sigur religiónsforskarin, Brian Arly Jacobsen, soleiðis: “Byggeriet blev fulgt med nysgerrig opmærksomhed i medierne, mens interessen for byggeriet var ikke-eksisterende blandt politikerne i Folketinget.” Hugvekjandi. Sera hugvekjandi, tá vit hoyra og síggja alt politiska kjakið, sum er um hesi viðurskifti í Danmark í dag.

KALIFFURIN FEKK YNSKIÐ UPPFYLT

Hóast talan er um stutt tíðarbil, so er ómetaliga nógv hent og broytt hesi 59 árini. Um vit bert taka Hvidovre-økið, so er ynskið hjá kaliffinum um “at tallet ville vokse” í hvussu er uppfylt. Tilflytarar við muslimskari trúgv eru rættiliga nógv fleiri enn hundrað, ja, um vit bert hyggja at moskutalinum, so liggur tað onkustaðni millum 170 og 200 í Danmark. Nógvar, nógvar hundraðtals slíkar munnu vera í Norðurlondum tilsamans í dag. 

SHARIA-DÓMSTÓLAR 50 ÁR SEINNI

Sum nevnt, so er kjakið eitt annað nú, enn tá borgarstjórin í Hvidovre tosaði um toleransu og beyð moskuni og islam vælkomnum við opnum favni. Júst 50 ár seinni í 2017 segði Mette Frederiksen soleiðis í kjaksending ár DR: “I dag er der sharia-domstole. Der er i dag muslimer i Danmark, der ikke respekterer det danske restsystem. Som kører efter deres egne spilleregler. Det er jeg dybt i mod.”

50 ár, simpulten.

SOSIALT KONTROL OG KRIMINALITETUR

Síðani tá hevur Mette verið statsministari í eitt koyr, og so seint sum í september í 2025 er hon endurgivin í Kristeligt Dagblad, har hon gevur muslimsku leiðarunum í Danmark av grovfíluni. Hon sigur teir ikki liva upp til ta ábyrgd, teir hava í sambandi við at forða negativum sosialum kontrolli. Hon hartar teir eisini, tá tað kemur til kriminellan ungdóm við ikki-vesturlendskari bakgrund – ein bólkur, sum toppar kriminalitetshagtølini. Hon nevnir eisini fakta úr eini frágreiðing hjá Fredrik Vad, sum vísir, at tað almenna Danmark verður undirgrivið innanífrá av borgarum við muslimskari bakgrund – borgarar, sum at síggja til eru væl fungerandi (læknar, sjúkrarøktarfrøðingar ella politistar t.d.) – men sum føra negativt sosialt kontrol við øðrum muslimum. 

PARALELL-SAMFELØG

Fólkaræðið í Danmark er undir trýsti – tað er so sera eyðsýnt í tí, sum Mette sigur. Samanhangsmegin svinnur, samfelagið skrædnar. Tað eru stórar avbjóðingar við paralell-samfeløgum, m.a. í Gellerup parkini í Århus, har sambært BT.dk  “Sharia-patruljer styrer Gellerup med hård hånd,” og Tv2-dokumentarurin “Ghetto” lýsir sama trupulleika sera væl. Svøríki, sum annars hevur verið eitt sera gott, trygt og demokratiskt land, hevur fingið óhugnaliga stórar avbjóðingar við paralell-safeløgum, bandakriminaliteti, harðskapi og drápum eftir fyrilitarleysa tilflyting úr Miðeystri og Norðurafrika í longri tíðarskeið. 

Man kann ikki annað enn hugsa, at politiska skipanin í Danmark átti at havt tikið eitt djúptøkið kjak áðrenn hin 21. juli 1967. Áðrenn ta fyrstu moskuna. Áðrenn fyrsta muslimska depilin til djúphugsni.

MERGUR, MANNARÆTTINDI OG MULTIMENTAN

Í stórtsæð gudleysa og humanistiska Evropa, Norðurlondum og Danmark er plássið og samanhangskraftin, sum kristna trúgvin og traditiónirnar einaferð høvdu, so við og við útskift og er bert ein viðfáningur í multimentanini og mannarættindunum, sum man roynir at byggja á.

Sannast má tó, at menniskjað livir ikki av breyði eina. Har ein so djúp samanhangskraft svinnur, ja, har kemur okkurt annað í staðin. Tí, tá reyðar pylsur, fleskasteik, fótbóltur, Paradise Hotel, klapphattar, multimentan og mannarættindi skulu vera mergurin í eini mentan, ja, so er skjótt, at okkurt fastari og føðsluríkari tekur yvir og setur dagsskránna. Og tað er júst tað, sum hendir – ikki minst tá man velur at taka nógv fólk við heilt aðrari mentan, máli, siðum, skikkum og klettafastari trúgv inn upp á sera stutta tíð. 

MOSKÉ. MOSKÉ IKKE.

Hvar eru so lítlu Føroyar í tí heila? Í tíðargrein gamlaárskvøld hugleiðir Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, so sera áhugavert og álvarsamt um støðu Føroya og føroyinga í globaliseringini, og niðurstøða hansara er ikki álvulig: Vit søpla fedranna arv burtur. Í einum broti sigur hann: “Um vit ikki virða okkara arv, um vit ikki seta mørk, um vit ikki hava ein vilja, so vil føroyska tjóðin spakuliga fúna burtur, til hon at enda verður avloyst av rákum uttaneftir: máli, mentan, siðum, virðum.” Tað má ikki henda, og vit eiga at taka hetta í allarstørsta álvara.

FRÆLSI OG FÓLKARÆÐI Í FØROYUM

Í bókini “Hvat er demokrati” frá 1945 sigur danski gudfrøðingurin og søgufrøðingurin, Hal Koch, einastaðni soleiðis um frælsisrættindini: “Árini við hersetingini hava til fulnar víst okkum, hvat tað merkir at missa rættin til frítt at hugsa, trúgva og tala. Hesi frælsisrættindini, kallað, hoyra sum heild til tað dýrabarasta, mannaættin gjøgnum aldarinnar strævna bardaga er rokkin fram til.”  Hesi frælsisrættindi liva best í einum samfelagi, sum byggir á kristnu lívsáskoðanina og vesturlendsku virðini – tað er sjón fyri søgn! Og hesi rættindi mugu verjast við hond og fót.

Og tað gera vit m.a. við ikki at  loyva  einum muslimskum depli til djúphugsan í smáu og viðbreknu Føroyum. Islam hevur ongantíð í síni 1400 ára gomlu søgu megnað at fingið fastatøkur í Evropa – fyrr enn nú í okkara tíð.  Vit eiga at tora at taka aðrar avgerðir og læra av gongdini í okkara grannalondum – ikki minst í okkara egna kongaríki. Vit skulu ikki gera, sum man gjørdi í Hvidovre í juli í 1967, og sum man so síðani hevur gjørt í ovurstórt mát í øllum Norðurlondum. Av ávøksti kennist træið.

Vit eiga ein djúpan og sterkan jødakristnan arv, hvørs frælsisfruktir eru opinberar, og betri arvur at lata víðari finst ikki. Tað hvílir ein stór ábyrgd á okkara herðum, og vit eiga at hugsa um komandi og ókomin ættarlið.

So. Moské? Moské ikke. 

Bárður á Lakjuni

https://www.kristeligt-dagblad.dk/danmark/mette-frederiksen-langer-ud-efter-muslimer-i-danmark-vi-ved-der-er-imamer-som-er-paa-den
https://www.religion.dk/2014-06-19/religionsanalysen-da-mosk%C3%A9en-%C3%A5bnede-i-hvidovre-i-1967-og-i-dag-p%C3%A5-n%C3%B8rrebro
https://www.dr.dk/historie/danmarkshistorien/kom-med-til-indvielsen-af-danmarks-foerste-moske-i-1967
https://www.in.fo/news-detail/vilja-gera-muslimskan-depil-i-foeroyum