Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.07.2026 11:41

Mórits Heini kemur yvirum fjørð

Skála ÍF:

Skála ÍF hevur gjørt avtalu við Mórits Heina Mortensen, sum nú verður partur av hópinum.

27 ára gamli miðvallarin kemur úr NSÍ, har hann seinastu mongu árini hevur spælt bæði í Meistaradeildini og í 1. deild. Undanfarna kappingarár umboðaði hann EB/Streym.

Við sínum arbeiðssemi, ágrýtni og royndum verður Mórits Heini ein góður styrkur hjá okkum, nú seinna hálva av kappingarárinum stendur fyri framman.

Vit bjóða Móritsi Heina hjartaliga vælkomnum til Skála ÍF og gleða okkum at síggja hann í appilsingulu troyggjuni!