Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.07.2023 09:56

Morgunin eftir ein væleydnaðan G!hósdag

Mynd: Veðrið í morgun er gott og G!gestirnir eru um at vakna (Eysturoyarportalurin)

Í gjár var G!festivalurin í Syðrugøtu skotin í gongd.

Veðrið var gott og lagið var ikki minni gott. Nógv fólk høvdu leita sær í hugnaligu og gandakendu bygdina, at leita sær eftir tónlistarligari føðið, sosialari samveru ella kanska einum maka. Ella var tað bert forvitni sum dróg tey henda vegin.

Sigast má, at dagurin eydnaðist sera væl. Framførslurnar vóru á høgum støðið og fólk fingu nógv nýtt og spennandi at hoyra. Eisini var “drottningin”, Eivør á Sandinum og rúnarbant alla fjøldina eina løtu. Og Lambrini Girls úr Bretlandi endaðu ballið við einum sonnum brakið á Spæliplássinum!

Nú er so fríggjadagurin á skránni. Nógvur tónleikur og annað spennandi er á skrá. Hitapottarnir eru tendraðir og G!gestirnir eru um at vakna til enn ein nýggjan G!dag.