Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.04.2024 12:41

Møguligt misálit á veg?

Skíggjamynd (Løgtingið)

Sum Eysturoyarportalurin skilir, so prutlar innanveggja í samgonguni. Tað verður í hesum døgum tutla í krókunum um, at andstøðan møguliga fer at stápla eitt møguligt misálit uppá beinini, eftir at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, hevur sent til hoyringar ”Uppskot um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2024”.

Eitt uppskot, sum millum annað hevur fingið Felagið Nótaskip at tala harðliga at. Felagið hevur víst á, at landsstýrismaðurin hevur ikki heimild til í kunngerð at fremja hesa broyting. Hon má gerast í lóg við at broyta Sjófeingislógina. Og er tískil stórur vandi fyri einum endurgjaldskravið í millióna klassanum um hetta uppskotið verður til veruleika.

Felagið Nótaskip sigur í skrivið sínum, at í uppskotinum er ein sera prinsipiel broyting gjørd í mun til undanfarnar svartkjaftakunngerðir. Skipast skal ein felagskvota á 35.000 tons. Felagskvotan verður tikin frá teimum sjey skipunum í Felagnum Nótaskip og ídnaðarskipunum Borgaranum og Norðingi, meðan onki verður tikið frá vinnuligum royndum og verkætlanum og uppboðssølukvotunum.

Eitt annað, sum gruggar málið enn meira, er at miðilin Norðlýsið í farnu viku kundi vísa á, at tað er mangt sum bendir á, at ein, ið stendur til at fáa ágóðan av broytta svartkjaftabýtinum frá landstýrismanninum í fiskivinnumálum, er samgongupolitikarin og løgtingsmaðurin Kim Durhuus í Javnaðarflokkinum.

Men tað er ikki bert Felagið Nótaskip sum er ónøgt um støðuna. Eisini hoyrist nú at innanhýsis í samgonguni eru nøkur samgongufólk, sum eru parlamentariski grundarlagið undir sitandi fiskimálaráðharra, so ørkymla og misnøgd við landsstýrimannin og tað støðu sum hann hevur tikið í hesum málinum, at tey umhugsa at taka undir við einum misálitið á landsstýrismannin, um eitt skuldi komið frá andstøðuni.

Aðalorðaskifti: Frágreiðing um løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður í løgtinginum hósdagin 18. apríl. Tingfundurin byrjar kl. 13.00.