Havstovan
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), sum Havstovan luttók í, saman við Danmarks Tekniske Universitet (DTU Aqua), og sum nú er liðug.
Endamálið við verkætlanini var at skilja og gagnnýta sannlíka sambandið millum havklima í Norðureysturatlantshavi og útbreiðslu av svartkjafti og tilgongd av ungfiski til henda búskaparliga týdningarmikla stovn. Hetta fyri at kunna skilja stóru sveiggini í stovnsstøddini. Serliga var ávirkanin frá atmosferuni og stóra subpolara meldrinum kannað, og eitt av høvuðsúrslitunum í BlueOcean verkætlanini er tætta sambandið millum styrkina av meldrinum og tilgongdina av svartkjafti. Henda vitan kann leggja lunnar undir møguleikan at framskriva tilgongdina av svartkjafti.
Tað serliga við hesum sambandi millum subpolara meldurin og havklima vestan fyri Bretsku oyggjarnar er, at tað gongur umleið eitt ár frá tí at meldurin byrjar í Labradorhavinum, til ávirkanin av honum røkkur eystur móti Bretsku oyggjunum, har svartkjafturin gýtir. Sostatt hava vit vitan um komandi umhvørvið, har svartkjafturin fer at gýta, longu eitt ár frammanundan.
Um vit, við hjálp av umhvørvisdata, kunnu meta um tilgongdina eitt ár frammanundan, verður hetta eitt stórt framstig í stovnsmetingini av svartkjafti, sum árliga verður gjørd av ICES. Sum støðan er í dag, verður eitt miðaltal sett inn fyri tilgongdina í árinum, tá stovnsmetingarnar verða gjørdar. Hetta viðførir, at framskrivingin av stovninum verður meira óviss, enn um eitt umhvørvisgrundað vísital fyri tilgongdina hevði verið brúkt.
Vit miða ímóti – saman við arbeiðsbólki hjá ICES – at gagnnýta BlueOcean úrslitini í umsitingini av hesum sera umskiftiliga fiskastovni.

Tilgongd av svartkjafti (Ln R, svørt brotin linja) frá ICES, geometriskt miðal tilgongd (miðal frá 1996 til árið fyri aktuellu stovnsmetingina, 1996-2023) (reyð linja), og klimaframskriving av tilgongdini frá verkætlanini (blá linja). Framskrivingin av tilgongdini er ein funktión av klima ávirkanini árið fyri, støddini á gýtingarstovninum og av tilgongdini árini frammanundan.
Endalig frágreiðing frá verkætlanini, send Granskingarráðnum, sæst her.
