Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2026 12:52

Missiónsvika í Thabor: “Tað er fullgjørt!”

Dagarnar 27. januar til 1. februar 2026 verður aftur skipað fyri missiónsviku í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Evnið fyri vikuna er “Tað er fullgjørt!”, orðini sum Jesus talaði á krossinum (Jóh. 19,30), og sum minna okkum á, at frelsuverk hansara er fullkomið og hevur týdning fyri bæði fortíð, nútíð og framtíð.

Í einum hektiskum og krevjandi heimi ynskir missiónsvikan at varpa ljós á evangeliska grundsannleikan, at Jesus hevur fullgjørt alt. Gjøgnum vikuna fara ymiskir talarar at lýsa evnið, og sangur verður við bæði kórum og einstaklingum.

Missiónsvikan er ætlað bæði børnum, ungum og vaksnum. Serlig tiltøk eru skipað, m.a. familjumøti við døgurða, ungdómsløta og bíbliutími við morgunmati. Eftir møtini verður drekkamunnur og høvið til eitt gott prát. Sunnudagin verður guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju við altargongd við Gerhard Mikkelsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin á møti í Thabor hesa vikuna.

Skrá – Missiónsvika í Thabor

Týsdagur 27. jan. kl. 19.30
Janus Thomsen, Nes
Streingjakórið á Glyvrum syngur
Innsavning til Heimamissiónina

Mikudagur 28. jan. kl. 19.30
Signar á Reynatrøð, Leirvík
Streingjakórið á Skála syngur

Hósdagur 29. jan. kl. 17.30 – Familjumøti
Ann Mari Kjølbro, Klaksvík
Barnagospel syngur
Døgverði eftir møtið

Fríggjadagur 30. jan.
kl. 19.30 Gerhard Mikkelsen – Cantus Deo syngur
kl. 22.00 Ungdómsløta – Jónas Thomsen, Nes
Lý og Jónas syngja

Leygardagur 31. jan.
kl. 9.30 Morgunmatur og bíbliutími – Ragnhild Petersen, Strendur
Evni: Jesus fullgjørdi gerningin (Jóh. 17,4)
kl. 19.30 Eyðbjørn Jacobsen, Klaksvík
Lanterna syngur

Sunnudagur 1. feb.
kl. 11.00 Sunnudagsskúli
kl. 12.00 Guðstænasta við altargongd – Gerhard Mikkelsen
kl. 17.30 Torleif Johannesen, Nes
Manskórið í Thabor syngur
Innsavning til Thabor