Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.04.2024 08:54

Minstaløn og brúksskyldan av fiskidøgum skeiklar tillagningina í botnfiskaflotanum

Landsbanki Føroya

Minstalønin til fiskimenn og ásetingin um brúksskyldu ger, at hóast fiskiskapurin ikki ber seg, verður kortini fiskað. Stuðulsskipan við minstuløn til fiskimenn tryggjar manningini eina minstuløn, óansæð hvussu fiskiskapurin er.

Vánaliga støðan í heimaflotanum við ringu útlitunum frameftir, hevur fingið politisku skipanina at fara inn aftur á gamlar slóðir at veita stuðul til heimaflotan, sum vit av royndum vita ikki er haldbar. Heldur enn at leggja dent á at umsita fiskatilfeingið burðardygt og effektivt, hevur politiska skipanin valt at veita stuðul sum makrelkvotur til skip, ið ikki eru útgjørd at fiska makrel.

Stuðulin skeiklar natúrligu tillagingina hjá botnfiskaflotanum, og hevur við sær at ein yvirkapasitetur framhaldandi er, sum stuðlar undir yvirfiskarí. Fiskidagaskipanin er soleiðis sett saman, at um eitt fiskiskip ikki brúkar í minsta lagi 60% av sínum fiskidøgum, so fella dagarnir burtur. Sostatt hava reiðaríini brúksskyldu at brúka megin partin av sínum fiskidøgum. Verður so eisini tikið hædd fyri stuðulin, so skal tann vinnurekandi ikki einans taka støðu til, um tað loysir seg at fara út at fiska ein dag meira ella ikki, men skal eisini taka við í sítt grundarlag, eina mista stuðulsinntøku frá makrelinum. Hetta førir til eina skipan, sum eggjar óeffektivum skipum, at fara út at fiska ístaðin fyri at liggja við kai. Ein ósunn ringrás, sum í ringasta føri kann føra til skrædl av bæði fiskastovnum og heimaflotanum.

Minstalønin til fiskimenn og ásetingin um brúksskyldu ger, at hóast fiskiskapurin ikki ber seg, verður kortini fiskað. Stuðulsskipan við minstuløn til fiskimenn tryggjar manningini eina minstuløn, óansæð hvussu fiskiskapurin er. Tá stovnarnir minka, ger skipanin, at fiskiskapurin heldur fram, og stovnarnir verða fiskaðir enn longur niður.

Skipanin forðar eisini arbeiðsmegini í at flyta yvir í aðrar vinnur, har hon kundi givið eitt íkast til búskapin. Møguleikin at fáa útlendska manning til fiskiskip, sum fiska so lítið, at manningin er á minstuløn meginpartin av árinum, ger harumframt, at vit fáa arbeiðsmegi til fyritøkur, sum ikki klára at geva kappingarførar hýrur til føroyska manning. Sostatt førir hendan skipanin eisini til, at fyritøkur, sum annars møguliga høvdu lagt skipini, tí tey ikki klára at manna tey, nú fáa manna tey við útlendingum, og sostatt heldur lív í einum yvirkapasiteti í veiðiliðinum. Niðurstøðan er, at slíkar stuðulsskipanirnar føra til stórar skeiklingar, har ov nógv skip eru til ov lítið av fiski, soleiðis at produktiviteturin í veiðuni verður hildin niðri á einum sera lágum støði.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.