Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.06.2024 15:55

“Minnist til at steingja bilarnar”: Byrja nú at stjala brennievni

Savnsmynd

Soleiðis sigur ein borgarin, eftir at onkur hevur verið og stolið bennievnið úr bilinum hjá honum.

Nú verkfallið hevur vart í góðar 4 vikur, byrja eisini ymiskar vørur at vera uppi. Eisini byrja tangarnir á bilinum, sum brúka bensin og diesel, at verða tómir.

Og nú eru fólk av álvara byrja at taka heldur ivasamar hættir í brúk fyri at “lívbjarga” sær. Ein av hesum er at stjala bensin og diesel.

Ein borgari í Eysturoynni upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at hann hevur verið útsettur fyri at onkur hevur stolið bensin úr bilinum hjá honum í nátt.

Tá ið hann skuldu í kirkju í morgun, og var komu í bilin varnaðist hann, at tað stinkaði av bensin runt um bilin. Síðani sá hann eisini at tað var heilt nógv minka úr tanganum.

Sum skilst, so hevur eisini verið roynt at stolið úr einum einum øðrum bili nærhendis, men har hevur ikki eydnaðst tjóvunum at fingið nakað burturúr.

Spjaldur