Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2025 15:10

Minningarorð um Øssur av Steinum, fyrrverandi løgtingsmann

Løgtingið

Sunnudagin hin 27. juli 2025 andaðist Øssur av Steinum, fyrrverandi tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, 84 ára gamal.

Øssur av Steinum varð føddur í Kollafirði hin 8. juni í 1941. Hann var sonur Niels Paula av Steinum, sum kom av Velbastað og Jensiu Clementsen, ættað av Sandi. Systkini á Heyggi vórðu seks í tali. Øssur giftist Mariu, fødd Lindberg hin 10. juli í 1965.

20 ára gamalur fór kollfirðingurin Øssur til Havnar at lesa til lærara, og tók hann læraraprógv í 1964. Fyrstu tvey árini sum lærari undirvísti hann í Gøtu skúla. Eftir hetta gjørdist hann lærari í Kollafjarðar skúla, og starvaðist hann har, til hann í 1980 tók við sum skúlastjóri í ALV-skúlanum við Áir. Har var hann, inntil hann fór frá fyri aldur.

Øssur av Steinum tók fyrstu ferð sæti á tingi, sum tingmaður umboðandi Norðurstreymoyar valdømi, í januar 1985 sum varamaður fyri Jógvan Durhuus, ið gjørdist landsstýrismaður og varaløgmaður. Øssur av Steinum var varamaður á tingi til 1988.

Á tingi var Øssur fastur limur í umhvørvisnevndini, landbúnaðarnevndini og í arbeiðaramálanevndini. Uppvaksin á Heyggi, Inni í Firði í Kollafirði, har pápin var uppsitari, var eyðvitað, at landbúnaðarmál høvdu hansara heilt stóra áhuga. Garðurin á Heyggi var frá 1857 amtslæknagarður, og er tann garðurin, sum seinni varð tikin til royndarstøð, og har Búnaðarstovan í dag húsast.

Í landbúnaðarnevndini var Øssur við í millumtinganevndini, sum gjørdi uppskot um nýggja landbúnaðarlóggávu. Eftir gomlu lógini kundu einans menn taka við einum festi. Í nýggju lógini fingu kvinnur ein sjálvsagdan og javnsettan rætt til at festa.

Øssur av Steinum var eisini ein virkin kommunupolitikari. Hann var bygdaráðsformaður í Kollafirði frá 1975 til 1981, og var hann tá við til at gera fyrstu býarætlanina fyri Kollafjørð. Somuleiðis var hann bygdaráðslimur aftur frá 1985 til 1989.

Í barndómsheiminum fylti politikkur nógv. Bæði foreldrini vóru tjóðveldisfólk, og man hetta eisini hava gjørt sítt til stóra áhugan hjá Øssuri fyri politikki. Í 1966 var Øssur við at seta Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag á stovn, og hann sat í nevndini, fyri tað mesta sum skrivari, í samfull fimmti ár.  

Øssur var ein íverkseti og ein drívmegi fyri nærumhvørvið í Kollafirði. Hann gjørdi nógv, serliga fyri trivnaðin hjá bæði eldri og ungum.

Í 1967 tók Øssur stig til at endurstovna ítróttarfelagið KÍF og helt soleiðis ungdóminum í Kollafirði til, bæði í hondbólti og borðtennis. Í nevndini fyri KÍF var hann eisini drúgvur; har sat hann í nøkur og 30 ár.

Øssur var leingi virkin í nevndini fyri Norðurstreymoyar dansifelag, har hann millum annað skipaði fyri uttanlandsferðum, sum ikki vóru so fáar. Eitt nú varð vitjað í Noregi, Russlandi, Estlandi og Baskaralandi. Harumframt var hann virkin í bjargingarfelagnum í Kollafirði og partur av landsfelagnum fyri bjargingarfeløg. Hann var við til at byrja Kiwanis í í Føroyum, har hann var formaður í mong ár; hann virkaði í Reyða Krossi og undirvísti kring landið í fyrstuhjálp. 

Hetta at vera virkin og áhaldin má sigast var eitt sereyðkenni fyri Øssur, og arbeiðið fyri felagslívið varð eisini virðismett. Í 2016 bleiv Øssur heiðraður fyri serstakliga drúgva arbeiðið í Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Og í KÍF fekk hann sjálvur annar stóra heiðurin at verða tilnevndur til heiðurslim í felagnum.

Øssur var sum nevnt bóndasonur og fekst nógv við seyð og kríatúr. Hann var av raskastu fjallmonnum, og javnan vóru eisini boð eftir honum hjá skælingsmonnum og hjá bóndanum á Signabø.

Sum smágenta hitti eg Øssur, tá hann vitjaði heima hjá ommuni og abbanum á Klovanum á Sandi. Jensia, mamma Øssur, var onnur systir abba mín Kristian. Øssur var sostatt systkinabarn mammu. Eg minnist hann sum ein mann, ið var blíður við okkum børn. Seinni komu vit at kennast ígjøgnum virksemi okkara í flokkinum, har hann var stuðlandi og jaligur at práta við.

Seinastu árini fánaði hesin maður, sum ongantíð hevði sitið hendur í favn. Sjúkan merkti hann, og seinasta skeiðið av lívsævini búði Øssur í sambýlinum í Kollafirði.

Kollafjarðar kirkja var stúgvandi full, eins og nógv vórðu savnaði uttanfyri kirkjuna, henda sólskinsríka dagin hin 1. august, tá Øssur varð borin til gravar. Har, í hugnaligu trækirkjuni í Kollafirði, átti Øssur mangt sporið, sum deknur og trúgvur kirkjugangari. Í grein á folkakirkjan.fo fortelur Øssur sjálvur um, tá kirkjuráðsformaðurin á sinni bað hann gerast dekn: “Eg helt, at hann heldur skuldi biðja konuna, tí hon sker betur ígjøgnum, eg eri heldur lágmæltur, men tað vildi hon ikki hoyra talan um, og eg eri deknur enn”. 

Maria Jørðdal Niclasen, prestur, helt eina vakra røðu til jarðarferðina hjá Øssuri, har hon segði frá einum manni, ið bar so nógv til heimbygdina og til felagsskapin. Søgan um ein trúgvan og trúgvandi mann.

Prestur fortaldi, hvussu hann røkti tænastuna í kirkjuni til lítar og virðiliga. Og serliga væl dámdi honum at lesa lestrarnar hjá Jákupi Dahl, prósti. Høgtíðir og hátíðardagar stóð hann ofta í føroyskum búna á kórsgáttini, fortaldi prestur.

Til einkjuna, Mariu, bar prestur yrking eftir Christian Matras, sum orðfá, kortini rúmar tíð, kærleika og stillar kenslur:

Vit livdu ár saman

vit livdu lívið saman

og gott var at vera menniskja

Tankar okkara leita í samkenslu til tín Maria og til tykkum øll hansara nærmastu, sum stóðu Øssuri so nær.

Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um tingmannin og álitismannin Øssur av Steinum.

Farið at biðja tingfólk um at reisast, so vit í tøgn eina løtu saman kunnu minnast tingmannin sála.

Á Løgtingi, hin 28. august 2025,

Bjørt Samuelsen

løgtingsforkvinna