Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2023 13:17

Minningarhald við minnisvarðan í Søldarfirði 1/11-2023

Mynd: Ragnar Olafsson Sundstein

Minningarrøðuna allahalgannadag í Søldarfirði

Skrivað: Ragnar Olafsson Sundstein

2. oktober í ár vóru tað 40 ár síðan, at hesin minnisvarðin var reistur.

Tað vóru eldsálir í og úr bygdunum Søldarfirði, Skipanesi og Lamba, ið tóku stig til at savna pening inn, og fáa hann gjørdan. Tað var Frithjof Joensen, ið gjørdi minnisvarðan. Dávur Jacobsen gjørdi økið rundanum. Steinsetingin er frá gamla fiskastykkinum omanfyri hjá Weihe.

Tey, ið mannaðu minnisvaranevndina vóru:

Martin í Grund, formaður, Søldarfjørður

Maria Jacobsen, næstforkvinna, Glyvrar (úr Søldarfirði)

Rutt Rasmussen, Søldarfjørður

Lena í Byrgi, Søldarfjørður

Leif Berg, Søldarfjørður

Gunnleyg Poulsen, Skipanes

Karolina Johansen, Lamba

Tað var Tummas í Holusteini, ið avdúkaði minnisvarðan og Lena í Byrgi, ið avdúkaði pláturnar. Jákup Kass helt sjálva vígslurøðuna.

Tað er ikki so løgið, at ein minnisvarði yvir sjólatnar er reistur her. Serliga er tað hendingin við Immanuel í 1932, sum setti djúp spor her. Og upprunaliga ætlanin var, at minnisvarðin skuldi vera liðugur í 1982, tá júst 50 ár vóru liðin síðan syrgiligu vannlukkuna.

Sjálvur havi eg, mær kunnugt, ikki beinleiðis forfedrar, ið fórust á sjónum. Men við Immanuel mistu tvær abbasystrar mannin, og annar teirra var ommubeiggi mín, og eina annar ommubeiggi slerdi út seinni, og hann var abbi til Siggu, konu mína. So tað er ríkiliga tætt uppá.

Nú eitur hetta, sum vit eru saman til í morgun, eitt minningarhald. Har vit ynskja at minnast.

Vit hava eitt, vit kalla Minnismáltíð Harrans, ið stavar frá heiløgu kvøldmáltíðini í forðum. Har biður Jesus, Frelsari okkara, okkum minnast seg við breyði og víni. Hann tekur kanska tað mest einfalda, ið er til, nevniliga eitt sindur at eta og eitt sindur at drekka, og tað eru tekinini, vit skulu minnast hann í gjøgnum. Hetta kunnu øll í verðirni, allastaðni fyrihalda seg til. Ein kundi saktans hugsa sær, at tað var okkurt meira forkunnugt, ið so vildi verið trupult hjá so mongum ymsa staðni í heiminum at fata. Ella hugsa tær, um eftirfylgjarar Hansara valdu at tiga tað burtur av berari sorg. Hvar vóru vit so í dag. Tað rennur kalt niður eftir rygginum, bert at hugsa tankan. Og fleiri okkara minnast hetta hvørja viku, onnur einaferð um mánaðin, uppaftur onnur okkurt heilt annað. Orðið sigur: At so ofta tit gera tað, geri tað til minni um Harran Jesus. At minnast á henda hátt, knýtir okkum saman, ið eru felags um tað, og ikki minst, so knýtir hetta okkum tættari at honum, ið vit minnast. Og vit ynskja at minnast, tí vit hava so ómetaliga nógv at vera Honum takksom fyri.

Men fara vit til ta tíðina, tá flestu av hesum monnum er farnir, og enntá langt upp í okkara tíð, tá var terapiin soleiðis sett saman, at best var at gloyma. Tað havi eg hoyrt so mangan, eisini í frásøgnum her á landi, bæði í sjónvarpi og útvarpi. Ongin skuldi, ella vildi, tosa um tað, ið hent var. Hildið var (kanska) at tíðin lekti øll sár, og skjótari, um man tagdi tað burtur. Serliga var tað børnini, ið skuldu “sparast”. Mangan til óbótaligan skaða.

Tað gjørdi, at ikki bert hendingin bleiv gloymd, men eisini persónarnir í hendingini í stóran mun.

Eg haldi vit eru komin longur í dag. Millum annað, haldi eg, at allir minnisvarðarnir kring landi vísa okkum tað. Vit minnast nógv betur um vit tosa um tey, ið vit ynskja at minnast. Og enn betri tá vit gera tað saman við øðrum. Tá gerast tey, vit minnast, ein størri partur av okkum, og sárið kann blíva eitt vakurt arr, heldur enn eitt stórt innvortis sálarsár, ið nívir hart, men ongin sær tað, og tí kanska heldur ongin tekur hond um tað.

Vit syngja eisini um hetta í sanginum “Eg minnist úr gomlum søgum”, Latið ei søguna doyggja, goymi hana so væl, í dreingja sinni og moyggja hon mikið útrætta skal. Men havast skal í huga, at tær søgurnar eru oftani um tað góða, ið vert er at minnast. Sagt verður jú mangan, at søgan er skrivað av teimum sigrandi, og tí eru tað mangan bert brøgdini, ið yvirliva søgurnar “sensur”. Rest verður annaðhvørt tagt burtur, ella er ongin eftir at siga frá um hina síðuna av søguni, og tá doyr hon.

Vit skulu eisini minnast, fyri at halda lív í vónini um at hittast aftur. Jú meira vit hugsa um tey, ið farin eru, jú meira leingjast vit eftir at hitta tey aftur. Og tað er ein vón, sum vil nakað, sum skrivað stendur, tá Paulus skrivar um tey, ið sovnaði eru: Vit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. Tá verður tað ikki bara ein tóm sorg um stóra missin, men tá kunnu vit í staðin gleða okkum til aftur at hittast.

Men inntil tann dag, skulu vit liva her, hvør sítt tilmálda tíðarskeið. Og tá er gott at eiga ein Harra at halla sær at. Hann sum sjálvur hevur sagt, at Hann vil verða við okkum heilt til ytstu endar jarðarinnar og eisini heilt til enda tíðarinnar. Og Hann er mentur at halda síni lyfti, tí vit lesa eisini í Orðinum, at Hann er mentur at gera meira enn alt, og tá kunnu vit spyrja okkum, hvat er tá ikki við.

Og so leingi vit liva her kunnu vit minnast. Og lat okkum eisini gera tað. Tað er virðing fyri teimum, ið undan eru farin. Og teimum ynskja vit at vísa virðing.

Til seinast, áðrenn kransur verður lagdur, kunnu vit gleðast um at tað er ongin føroyingur deyður í yrki sínum á sjónum hetta farna árið