Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2023 08:33

Minni virksemið

Mynd: Bárður á Steig Nielsen
Munnligur fyrispurningur Høgna Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Spurningar:  

  1. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir, ið kunnu loysa upp, so pelagisku virkini aftur kunnu seta ferð á framleiðsluna ?
  2. Eru samráðingar í gongd við ES um betraða marknaðaratgongd ?

Viðmerkingar:

Í summar hevur verið sera lítið virksemið á pelagisku virkjunum, minni arbeiði merkir lægri inntøku til arbeiðsfólk og færri skattakrónur land og kommunur.

Marknaðurin fyri pelagiskum eru fastfrystir, goymslurnar eru fullar og higartil í ár eru bert framleidd brøkpartur av eitt nú makreli til matnað í Føroyum, hóast vit ongantíð hava fiska so stórar nøgdir áður.

Høvuðsorsøkin er broytta marknaðarstøðan, har tiltøkini móti harðrenda stýrinum í Russland, sum áður hevur verið okkara størsti marknaður fyri makrel gera at hesin marknaðurin er trupul at selja til, og aðrir marknaðir bíða eftir bíligum vørum hagani.

Undanfarna landsstýrið arbeiddi málrætta fyri at fáa ítøkiligar samráðingar við ES og samskift bleiv ítøkiliga um at fáa betraða marknaðaratgongd, tað kundi givið nýggjar møguleikar.

Tað hoyrist onki frá landsstýrinum um nakrar ætlanir fyri at økja um virksemið og vaksa um búskapin – tvørturímóti hevur landsstýrið higartil bara niðurlaga virksemið og minkað um Føroyska búskapin.

Á Løgtingi, 06. september 2023

Bárður á Steig Nielsen