Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2023 11:39

Minni frá seinna heimsbardaga

Eftir Janus Jensen

Tá bretskir hermenn undir seinna heimsbardaga hertóku Føroyar til tess at tryggja sær valdið í oyggjunum, var tað við teimum boðum, at fyrst skuldu teir taka høvuðsstaðin og síðan Skálafjørðin. Yvirskipaða ætlanin var, at bretska herleiðslan skuldi vera í Tórshavn, og at Skálafjørðurin skuldi vera flotahavn. Aftrat hesum skuldi flogvøllur vera vesturi í Vágum. Hetta hevði so við sær, at serliga nógvir hermenn og hernaðarligt virksemi kom at vera á hesum trimum støðum. Á Nesi og á Toftum vóru u. 300 hermenn, so tað sigur seg sjálvt, at hetta kom at hava stóra ávirkan á dagliga lívið hjá fólkinum her um leiðir. Í bókini Bygdasøga – Nes, Toftir, Saltnes ( Bind I, s. 433 – 477 ) er drúgv frásøgn um hesi viðurskifti.

Høvuðsuppgávan hjá hermonnunum á Nesi, á Toftum og á Strondum var at tryggja innsiglingina til Skálafjørðin. Á Nesi og á Strondum vóru kanónir settar upp umframt kraftarmiklir ljóskastarar til tess at forða týskum herskipum at koma inn á fjørðin. Kavbátagørn vóru strekt frá strandalandinum yvir á toftalandið soleiðis, at týskir kavbátar ikki kundu sníkja seg innum, og bæði á Nesi, á Toftum og á Strondum vóru loftskjúts sett upp at verja seg ímóti álopum frá týskum stríðsflogførum.

Omanfyri nevndu átøk skuldu, sum áður nevnt, tryggja innsiglingina til Skálafjørðin. Men bretar høvdu eisini hugsað um møguleikan, at ein týsk herdeild kundi koma á land í Rituvík og síðan stríða seg víðari tann vegin. Til tess at brynja seg til at stríðast móti týskinum, um hetta hendi, settu teir ein verjugarð ( sí mynd ) upp, líka úr Runavíkini og í sjógv handan fyri Rituvíksháls. Partarnir í hesum verjugarðinum vóru: 1. Eitt vaktarhús/skansi í Runavík ( sí myndir) 2. Ein garður av píkatráði úr Runavíkini yvir í Vaðið ( tað er har, sum Løkurin rennur úr Innaravatni), 3. Ein skotgrøv á heygnum í Vaðnum ( sí mynd), 4. Ein garður av píkatráði av Sandi Mikla yvirum Rituvíksháls og í sjógv handanfyri og 5. Fimm skotgravir tvørtur um Rituvíksháls. Leggjast kann aftrat, at píkatráðsportur vóru eisini gjørt á brúnni um Mjásund og á vegnum á Rituvíkshálsi at forða fyri, at nakar slapp tann vegin undir eninum møguligum álopi.

Tað, sum í dag stendur eftir av hesum verjugarðinum, eru bert vaktarhúsið/skansin sunnan fyri Skúlan við Løkin og so farvegurin í haganum eftir skotgravunum. Jógvan I. Olsen, ein av okkara drúgvu heimildarmonnum í arbeiðinum við at skráseta staðanøvn í Nes kommunu, hevur fleiri ferðir sagt mær, at hann visti, hvar skotgravirnar vóru, og vit áttu at tikið hetta við í skrásetingina. Sum sagt, so gjørt. Ein dagin í góða veðrinum fyri kortum ringdi eg til Jógvan og spurdi, hvørt tað lá fyri at fara ein túr í hagan at vita, um vit funnu skotgravirnar. Jú, tað var gamaní. Tá túrurin var liðugur, hevði eg fingið myndir av øllum skotgravunum, sum síðan eru staðsettar á talgilda kortinum ( sí mynd).

Ein serstøk mynd: Fyrsta skotgrøvin heiman fyri Rituvíksháls t.e. tann sum er næst Sandinum Mikla, er á Samgonguheygnum ( sí mynd). Tá Jógvan stóð í skotgrøvini á Samgonguheygnum ( sí mynd), skundaði eg mær at klikkja og fekk eina mynd, sum eg eri serliga fegin um. Her stendur okkara gamli tingformaður, sum einaferð sat í landsins tignarligasta sessi. Eg ivist onga løtu í, at í sínum langa politiska lívi hevur Jógvan mangan bæði verið í skotgrøv og staðið á samgonguheyggi. Men hendan dagin var støðan øðrvísi, hugurin var fyltur av náttúruni kring okkum, og sum gamal hundur snoddaði hann seg skjótt fram til leivdirnar av skotgravunum. Tað var ein fragd at ganga hendan túrin saman við Jógvani. Hann er meinkunnigur við hagan og fullur undir tindina av søgum og hugleiðingum um hendingar, støð og djóralív her um leiðir. Fyri meg kendist hetta sum at sita við Gamaliels føtur eina løtu.