Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.07.2025 14:55

Milly givin eftir 38 ár í starvi

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Fyri góðum 38 árum síðani byrjaði Milly sum dagrøktari í Sjóvar kommunu, og í samfull 19 ár stóð hon í hurðini og tók ímóti børnum, sum komu í dagrøkt. Mangar barnaføtur hava slitið hennara gáttir í hesi ár sum dagrøktari, og tá dagrøktin í 2006 varð niðurløgd, og dagstovnurin Lítlifløttur læt dyrnar upp, fylgdi Milly við, og hevur hon røkt starvið sum hjálparfólk líka til nú. 

Milly er fødd á Tvøroyri. Í 1984 flutti hon saman við manninum Jørgen, sum er ættaður av Selatrað, til Strendur at búgva. Tey bygdu sær hús í Eyrgøtu og hevur tað verið teirra heim síðani fyrst í 90’unum. Milly og Jørgen eiga tveir synir, og nú eisini ein ommu- og abbason.

Í februar rundaði Milly tey 67 árini, og nú hevur hon gjørt av at fara úr starvi. Tá Lítlfløttur eftir summarfrítíðina letur upp aftur, verður eingin Milly har at taka ímóti. 

Á seinasta arbeiðsdegnum hjá Milly handaði Artur Johansen, varaborgarstjóri, henni blómutyssi frá kommununi, og frá starvsfelagum fekk hon gávu. 

Sjóvar kommuna takkar Milly fyri trúgva og drúgva tænastu, við ynski um alt gott saman við sínum nærmastu, sum hon nú fer at hava meira tíð til at forkela.