Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.04.2024 12:00

Millum Ísland og Føroyar: Tyrlan fór út eftir sjúklingi

Mynd: Atlantic (savnsmynd)

Síðstu nátt, kl 03.32, var boð eftir tyrluni hjá Atlantic. Orsøkin, var at eitt ferðafólk umborð á Norrønu mátti undir læknahond.

Norrøna var tá stødd í føroyskum sjóøkið, miðskeiðis ímillum Ísland og Føroyar. Tyrlan fór avstað og fleyg sjúklingin á Landssjúkrahúsið.

Tað tók 3 tímar og 14 minuttir, frá tí at boðini komu inn, til tyrlan hevði sett seg á Landssjúkrahúsinum, upplýsir Vørn.