Angin av seyði, seyðalortið og krútið hongur í luftini í mongum bilhúsum, kjallarum og fjósum í hesum døgum.
Heystfjøllini eru og verða gingin og fletting er á skránni.
Í kjallarinnum hjá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, er einki undantak.
Umframt at verða landsstýrismaður har nógv er á skránni í hesum døgum, við m.a. Galaxy, ICES-tilmæli o.ø, so tekst hann eisini nógv við seyð og seyðahald.
Tá ið Eysturoyarportalurin var á gátt eitt kvøld mitt í vikunu, hevði hann tikið sær frí eina løtu frá borgarliga arbeiðinum og stóðu hann, vinmaðurin Hugo Leo og skyldmaðurin Trygvi Jóhanson og flettu.
Hetta kvøldið høvdu teir sett sær fyri at fletta tíggju í alt.
Jóhan sigur, at seyðurin er væl fyri í ár og vektin hevur verið góð. Og hann væntar at flettað umleið 30 í ár.
Myndir: Eysturoyarportalurin










