Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.10.2025 08:17

Mikukvøldið 1. oktober byrjar tilmeldingin til kvøldskúlan 2025/26

Nú styttist til 1. oktober, tá ið tilmeldingin til Kvøld- og ungdómsskúlan í Runavíkar kommunu letur upp.

Fullfíggjaða skráin er tøk á heimasíðuni www.kurk.fo. Sum vanligt eru flestu skeiðini í Søldarfirði (Niðri á Sandi 2), á Glyvrum (í Glyvra skúla og í Forna), í Gulu smiðju í Saltangará og í skúlanum við Løkin í Runavík. Harumframt eru tvey skeið í skúlanum á Skála, og eitt dagsskeið um kvæði og føroyskan dans er í dansistovuni í Funningi.

Á skránni í vetur eru fleiri nýggj skeið, so sum binding og hekkling fyri byrjarar, ið verður á Skála, og sum Sára Mrdalo stendur fyri, ljóð- og ljóstøkni, ið Johannes Steingrund stendur fyri, bachata fyri byrjarar, ið Sharon Sivertsen stendur fyri, fólkadansur fyri børn og foreldur, ið Sharon Weiss og Kristian Blak standa fyri, evning og list fyri børn í 2.-4. flokki, ið Vanja Justinussen Kovacs og Elsa Maria Hermundsdóttir Højgaard standa fyri, kvæði og føroyskur dansur, ið Jónleif Johannesen stendur fyri, fuglar í nærumhvørvinum, ið Silas Olofson stendur fyri, svimjing fyri vaksin, ið Sonya Pratt stendur fyri, og kambucha-brygging, ið Felisia Helmsdal stendur fyri.

Væl umtókt og afturvendandi skeið sum veving, brodering, møbilpolstring, horn-, stein- og silvurarbeiði, leirarbeiði, glaslist, klaverspæl, gittarspæl, solosangur, hornorkestur, boccia, telving fyri børn, dugnaskaparroynd í sigling, føroyskt fyri byrjarar, føroyskt teknmál, koyrikort til prutl og ættargransking eru eisini á skránni í ár. 

Avmarkað pláss er á øllum skeiðum, so best er at sita klár/ur við telduna mikukvøldið kl. 18.00, tá ið tilmeldingin letur upp. Flestu skeiðini byrja vikuna aftaná heystfrítíðina (t.e. frá 20. oktober), nøkur styttri skeið byrja seinni í heyst, og uppaftur onnur verða aftaná nýggjár.

Vónandi verður tað ein góður og gevandi kvøldskúlavetur aftur í ár.

Kvøldskúlaleiðarin, tlf. 237081