Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.12.2025 17:58

Mikkel til ÍF

ÍF skrivar í dag soleiðis:

Vit kunnu í dag avdúka, at vit hava styrkt okkum enn meir um hópin. Vit hava skrivað ein sáttmála, sum er galdandi fyri 2026 og 2027 við danan Mikkel Elbæk Jakobsen.

Mikkel hevur royndir úr Føroyum, tí í 2021 spældi hann 34 dystir fyri NSÍ, og seinnu hálvu í 2024 og fyrru hálvu 2025 spældi hann fyri 07 Vestur, ímeðan seinnu hálvu í ár hevur hann spælt fyri NSÍ. Hesi árini hevur spælt 64 dystir í Betri deildini, umframt 13 dystir í øðrum kappingum. Í 2023 og 2024 royndi hann seg eisini í íslendsku feløgunum Leiknir og Vestri.

Mikkel er ein skilagóður og arbeiðssamur miðvallari, sum eisini kemur við nøkrum royndum, ið vit meta passar væl til okkara ætlanir við fremsta liðnum hjá monnum. “Eg gleði meg til at blíva ein partur av ÍF, sum tykist at verða eitt felag við góðum ætlanum”, sigur Mikkel, nú avtalan er komin uppá pláss.

Vit gleða okkum til síggja Mikkel í reyðu blusuni komandi árini, og ynskja honum hjartaliga vælkomnum.