Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2023 18:01

Mikkel komin til StÍF

Myndatekstur (frá vinstru): Egi Gothard Danielsen, formaður í StÍF, Mikkel Søndergaard, leikari.

StÍF

StÍF hevur gjørt sáttmála við danska leikaran Mikkel Søndergaard.

Mikkel er 24 ár og kemur úr lítila býnum Harlev, har hann byrjaði sína hondbóltsleið. Mikkel er ein smílandi og jaligur persónur, sum ger alt fyri at vinna. Hann er stórur og sterkur vinstrahentur høgri bakkur. Hann er byrjaður at venja við felagnum.

Mikkel hevur spælt við AGF frá U15 til hann byrjaði við vaksnum í JAI håndbold, har hann hevur leikt síðan 2020.