NSÍ boðar frá í dag, at felagið leigar 26 ára gamla Mikkel Elbæk Jakobsen úr 07 Vestur árið út.
Mikkel hevur verið í 07 Vestur síðani summarsteðgin í 2024, og hevur leikt 27 dystir á besta liðnum hetta tíðarskeiðið.
Álopssinnaði danin er ikki fremmandur í NSÍ. Í 2021 leikti hann 33 dystir fyri besta liðið og skoraði 5 mál.
Vit í felagnum gleðast um at hava fingið Mikkel aftur í hópin, og vóna at hann fer at trívast væl í Runavík.