Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2022 09:30

Miðnámsskúlin á Kambsdali umvælast og útbyggjast

Mynd: Landsverk.fo

Miðnámsskúlin á Kambsdali skal umvælastog útbyggjast. Landsverk hevur nú sent høvuðsarbeiðstøkuna í útboð.

Víðkast og betrast skal um umstøðurnar hjá næmingum og lærarum á Miðnámi á Kambsdali. Byggistigið snýr seg um stovur til lærugreinarnar alis- og evnafrøði umframt lív- og landafrøði. Nýggja samkomuhøll og dagførdan køk. Arbeiði fevnir um, at um- og útbyggja verandi miðnámsskúla á Kambsdali.

Á Miðnámi á Kambsdali ganga samanlagt gott 500 næmingar. Fram til summarið 2015 vóru tveir miðnámsskúlar á Kambsdali. Studentaskúlin og Handilsskúlin. Miðnám er úrslit av eini samanlegging av hesum báðum.