Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2022 16:22

Miðlaleiðari til Trúboðan

Trúboðin – ein livandi og spennandi miðil


Søkt verður eftir miðlaleiðara til www.trubodin.fo. Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er í
Leguhúsinum í Nesvík.


Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum m.a. kunnar um fjølbroytta arbeiðið hjá
Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum. Dentur verður
lagdur á uppbyggjandi greinar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Trúboðin hevur eitt
ljóðstudio umframt alla neyðuga útgerð til bæði at kunna framleiða ljóð- og videosendingar.

Arbeiðið umfatar m.a.
• at leiða arbeiðið á Trúboðanum
• at kalla sjálvboðin til tænastu á Trúboðanum
• at menna fjølbroytt innihald á Trúboðanum

Persónligir eginleikar
• tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
• tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)
Tú fært ábyrgd fyri
• Trúboðanum og sosialu síðunum hjá Trúboðanum
• starvsfólkunum á Trúboðanum
• tú vísir til aðalskrivaran.

Vit bjóða tær
• eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú kanst mynda starvið.
• at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
• løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 6. januar 2023.

Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?
Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo


Kirkjuligu Heimamissiónini er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um
heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5
evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra
trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.
Kirkjuliga Heimamissiónin
Tel. 470000
www.mission.fo