Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Vantandi fer okkurt út í vikuni. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Møguliga landar okkurt frystilínuskip í vikuni.
Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott fyrst í vikuni, men meira skiftandi seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er mest hýsa bátarnir fáa og so er eisini nakað av toski. Tað eru fleiri, sum nú eru farnir at fiska við snellu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og so er ein á svartkalvaveiðu.