Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2025 18:54

Meting fyri viku 6, 2025

Mynd: Eysturoyarportalurin

Fiskamarknaður Føroya

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Kanska annað fer avstað í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland (tvey landa í vikuni) og fýra eru við Føroyar (eitt landar í vikuni). Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður ikki gott, so vit vantað lítið av útróðri. Kanska onkrir av teimum størru bátunum ger onkran túr.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandarygginum og fiskar tosk. Ein landar vantandi síðst í vikuni.  Ein frystitrolari fiskar svartkalvi. Hinir liggja við bryggju.