Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.12.2024 21:43

Meting fyri viku 50, 2024

Mynd: Eysturoyarportalurin

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er eystanfyri og fiskar mest av hýsu. Hann kemur at landað fyrst i aðru viku.  10 frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður ikki tann besti og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein frystitrolari er úti. Hann fiskar svartkalva. Vit rokna við at onkur trolari fer út í næstum.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí.