Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Seks frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey við Ísland og so liggja trý við bryggju, men tey fara avstað í næstum. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað um vikuskiftið. Skipini við fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Fiskaríið er brúkiligt.
Útróður: Streymurin er brúkiligur í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Hinir liggja við bryggju, men fara vantandi út um vikuskiftið.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí.
