Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.10.2025 10:00

Meting fyri viku 42, 2025

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Trý frystilínuskip fiska við Føroyar, eitt við Ísland, eitt við Eysturgrønlandi og tvey sigla heim frá Flemish Kap. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað tá veðri batnar.. Skipini við Føroyar og Ísland fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Skipini á Flemish Kap fiskaðu tosk og tað við Eysturgrønlandi fiskar tosk. Vantandi fer okkurt frystilínuskip út í næstum.

Útróður: Streymurin er brúkiligur í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva.