Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Trý frystilínuskip fiska við Føroyar og eitt á Íslandsrygginum. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað tá veðri batnar. Tvey frystilínuskip eru á Flemish Kap. Skipini við Føroyar fiska mest av longu og brosmu og so toski og hýsu. Tað á Íslandsrygginum fær mest tosk og so blálongu og svartkalva. Skipini á Flemish Kap fiska tosk. Vantandi fer okkurt frystilínuskip út í næstum.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar seinni í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva.