Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er norðanfyri, meðan hitt liggur við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, tvey eru á Íslandsrygginum og trý við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva. Tvey liggja við bryggju.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður brúkiligt fyrst í vikuni, men verri seinni í vikuni. So vit vantað nakað útróðri fyrst í vikuni, men lítið av útróðri seinni vikuni. Nakrir bátar eru á Føroya Banka. Bátarnar fáa ein blanding av hýsu og toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar blálongu. Hann landar helst síðst í vikuni. So er ein ísfiskatrolari farin í bretskan sjógv at fiska svartkalva. Hann landar í vikuni. Ein frystitrolari er við Eysturgrønland og ein er við Føroyar. Teir fiska svartkalva.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og so nakað av toski. Trýggir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Brúkiligt fiskarí eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.
Deil á Facebook