Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum, trý við Ísland og eitt eru við Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Tvey liggja við bryggju.
Útróður: Streymurin verður harður alla vikuna. Veðri verður ivasamt fyrst í vikuni, men heldur fragari seinni í vikuni. So vit vantað ikki nógvan útróður í vikuni, tó møguliga nakað móti endanum av vikuni. Bátarnar fáa ein blanding av hýsu og toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar blálongu og kongafisk. Brúkiligt fiskarí. Hann landar helst síðst í vikuni. So er ein ísfiskatrolari farin í bretskan sjógv at fiska svartkalva. Hann landar neyvan í vikuni. Ein frystitrolari er við Eysturgrønland. Hann fiskar svartkalva.
Partrolarar: Bara tvey pør eru úti, men vantandi fer okkurt parið út í vikuskiftinum. Tey sum eru úti, fiska upsa og annan hvítfisk. Ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Bara ein trolbátur er úti. Hann er á landleiðini og fiskar mest av tungu, reyðsprøku og hvtasku. Hinir liggja við bryggju.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Brúkiligt fiskarí eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.
Deil á Facebook